Vetni - í tøkniligari framgongd men orkupolitiskum tómrúmi

Meðan lond kring okkum útbyggja og fyrireika seg til eina nýggja og heilt annarleiðis orkuøld, gongur ongan veg í Føroyum. Orkupolitikkur er enn í ongamannalandi sjálvt um álit er skrivað, har sagt verður, at vit sum frá líður heilt skulu vera uttan innflutta orku. Hvussu hetta risastig skal fremjast verður politisk ikki tikið upp á tunguna, og Visión 2015 er allarhelst gloymd og løgd í skuffuna saman við rúgvuni av álitinum, kanningum og frágreiðingum.

Føroya Náttúruverndarfelag hevur sum aðalmál at verja náttúru og umhvørvið. Seinru árini er vorið meira og meira eyðsýnligt at tvey mál ganga tætt upp at hvørjum øðrum innan náttúruvernd, nevniliga hvussu vit verja um náttúruvirðini og umhvørvið, og hvussu vit gagnnýta náttúrutilfeingið á burðardyggan hátt tá umræður orkuframleiðslu.


Í mai 2002 setti felagið, eftir stóru Orku- og Umhvørvisráðstevnuna, ein arbeiðsbólk, ið serstakt skuldi taka sær av orkupartinum, ið sum vit vita í ávísum førum hevur kravt stór inntriv í náttúruna. Bólkurin nevnist Føroya Nýorka, ið kann samanberast við íslendska felagið Íslendsk Nýorka. Bólkurin telur 5 mans, ein verkfrøðing, ein telduserfrøðing, ein arkitekt og fólk við ítøkiligum royndum innan vindorku.


Gjølla er fylgt við hvussu nýggj orkutøkni mennist uttanlanda innan flestu øki, tað veri seg vindorka, alduorka, sjóvarfallsorka, sólorka og annað. Í samband við m.a. orkuveitan til flutning á landi og sjógvi er somuleiðis fylgt sera væl við, hvussu framburðurin er innan orkutøkni, har talan er um framleiðslu, goymslu og nýtslu av vetni, sum verður roknað sum ein av avtakarunum eftir oljuna.



Vatn í tangan

Óvanlig fráboðan kom nýliga frá bilaídnaðinum, frá japanska felagnum Genepax, har boðað varð frá, at vatn kundi nýtast beinleiðis sum brennievni til teirra nýggja bil. Fleiri serfrøðingar hava síðan víst á, at tað ikki letur seg gera at fáa ein bil, sum kanska vigar millum 400 og 700 kilo at koyra eitt 80 kilometra strekki við eini ferð á 80 km í tíman upp á vetnisnøgdina í einum litri av vatni. Genepax upplýsir at bilurin hevur eina brennikyknu á 300W, ið er nakað tað sama sum 0,4 hestar.

Ein litur av vatni inniheldur 110,5 gram av vetni, ið hevur eina orkunøgd upp á 3,54KW. Við døminum frá Genepax bilinum nýtast til hvønn kilometur sostatt 44W, og sigur tað seg sjálvt, at so lítil orkunøgd ikki kann draga ein hálvt tons tungan bil ein kilometur við 80 kilometra ferð.


Tað ber ikki til at framleiða vetni uttan ein katalysator, ið t.d. kann vera ravmagn. Fyritøka í Eysturríki hevur framleitt eina metall-legering sum kann klúgva vetni úr feskum vatni, ið síðan kann brennast av í eina brennikyknu. Talan er tó einans um smáar orkunøgdir upp á nøkur fá watt. Tilgongdin (processin) er ikki óendalig, og skal nýtt metall setast til eftir ávísa orkuframleiðslu. Sostatt er tað ikki vatnið, ið skapar orkuna, men metallið.


Vatn klovið til vetni og súrevni

Næstan allir bilaframleiðarar í heiminum arbeiða við alternativari orkutøkni til bensini og oljuna. Tøknin, at nýta vetni sum brennievni í eini brennikyknu, er ikki nýggj, men hevur verið brúkt í m.a. teim fyrstu rúmdarførunum frá 50´unum. Brennikyknurnar vóru stórar og tungar og framleiddu ravmagn til tey tól nýtast skuldu. Tað at framleiða vetni er elligamalt. Fyrsta dømið vit vita um er frá 1839 har Sir William Grove uppdagaði at ravmagn kann klúgva eitt vatnatom til tvey vetnis- og eitt súrevnismýl (molekyle). Leingi vistu menn at øvugta tilgongdin var møgulig, men gingu næstan 100 ár til Francis Bacon í 1932 framleiddi eina brennikyknutøkni.

Nevnast má danin Poul La Cour, lærari á Áskov Højskole, sum í 1890´unum framleiddi vetni við ravmagni frá smáum vindmyllum hann sjálvur hevði bygt. Vetni bleiv brúkt til lampur, ið settar vóru upp í klassastovunum. Tá lampan bleiv tendrað kom brestur frá, og nevndi teir tí vetnið fyri “knaldluft”.


Vetnisstøðir bygdar

Hyggja vit eftir hvussu menningin hevur verið innan bilaídnaðin, har lættast hevur verið at fremja tøknina, so roknaðu vit fyri fáum árum síðan við, at 30 til 40 ár gingu áðrenn nakað ítøkiligt kom á marknaðinum innan brennikyknur og vetni til bilar.

ES setti fyri góðum 20 árum síðan, í samstarvi við bilaframleiðarar og framleiðarar av elektrolysuskipanum, í verk sonevndu ECTOS verkætlanina – (Ecological City Transport System) har settar vóru upp vetnisstøðir í fleiri av europeisku høvuðsstøðunum og stóru býunum. Her kom m.a. Ísland og Reykjavík inn í myndina vegna stóru nøgdinar av varandi orku, og at ynskið var at tøknin bleiv roynd norðalaga har veðurlagið er annarleiðis enn í miðeuropa.

Vetnisstøðir við elektrolysuskipan, goymslutangum og áfyllingarstøðum vóru settar upp har fleiri framleiðarar tóku lut m.a. Norsk Hydro, Shell Hydrogen, Hydrogenics, Air Liquid, Linde og aðrir. Bussar vóru gjørdir út við brennikyknum og trýstfløskum til goymslu av vetni. Í nøkrum plássum virkaðu skipaninar væl, meðan aðrar staðir vóru trupulleikar bæði við áfyllingarstøðunum og bussunum.


Oljan avloyst við vetni og biobrennievni

Støðan í dag er at jarðrunnað orkutilfeingið er við at ganga undan, eftirspurningurin økist og kostnaðurin økist í heilum. Talan er um at vetni verður avloysarin fyri oljuna partvís saman við øðrum orkuberum sum t.d. biobrennievni framleitt úr lívrunnum tilfari. Her kemur ein etiskur trupulleiki inn í myndina, nevniliga um vit kunnu loyva okkum at nýta landbúnaðarøki til orkuframleiðslu vitandi at milliónir av fólki svølta og onnur hava sera trupult við at gjalda fyri nógv økta matvørukostnaðin. Lívrunnið rusk og ávísur alguvøkstur kann tó nýtast til endamálið. Eisini verður í løtuni granska uttanlanda um tari kann verða grundarlag fyri biobrennievni.


Varandi orka til framleiðslu av vetni

Á heimsmarknaðinum kemur helvtin av allari vetnisframleiðslu frá náttúrugassi, meðan einans 4% eru fra varandi orkukeldum m.a. vindorku. Stanford lærustovnurin hevur víst á, at koltvíiltuútlátið er størri við at nýta t.d. kolframleitt ravmagn til vetnisframleiðslu í mun til verandi olju- og bensinbrúk. Í kostnaði, veðurlagshøpi og útleiðing av CO2 eru eingir fyrimunir at nýta jarðrunnið tilfar til vetnisframleiðslu. Einasta, ið ger mun, er varandi orkutilfeingið, har CO2 útlátið hvørvur heilt. Mest máttmikla og enn nýtiliga orkutilfeingið er vindorka, ið er tøk í ríkiligt mát.



Brennikyknur og áfyllingarstøðir

Vetnis- og tøkniliga gongdin innan bilaídnaðin er at brennikyknur enn eru kostnaðarmiklar og at infrakervið við neyðugu áfyllingarstøðunum ikki er útbygt. Í California eru t.d. 36 áfyllingarstøðir og er økið tí áhugavert til royndarkoyring av nýggju bilunum t.d. Honda Clarity, sum er fyrsti seriuframleiddi vetnisbilur. Toyota, Daimler Chrysler, Ford og aðrir hava eisini slíkar vetnis-hybridbilar til royndarkoyring. Brennikykurnar eru um 100KW og settar til akkumulatorar, har bremsikraftin eisini verður nýtt til løðing av akkumulatorunum.

Bilaframleiðarar hava boðað frá at kostnaðurin fyri hesar tøkniliga framkomnu bilar verður ájavnt tað bilar kosta í dag, og at teir innan fyri fá ár verða sendir á marknaðin.



Framkomin hybridbilur

Um vit hyggja at kanska mest framkomna bilinum Honda FCV Clarity, so hevur hesin eina 100KW PEM brennikyknu sum verður stuðlað av einum 288Volt lithium-ion-akkumulatori. Vetnið verður goymt í 350bar trýstfløsku, ið tekur 4,1kilo av vetni. Ravmagnsmotorurin gevur 134hestar og koyrir bilurin 450km við einari áfylling. Hetta merkir at hann koyrir 110km fyri hvørt kilo av vetni. Um vit umrokna vetnisnøgdina til kilowattímar, so svara 1kilo av vetni til umleið 32KWt. Samanbera vit við t.d. bensin, so koyrir bilurin umleið 41km pr. litur. Her skal havast í huga at orkunøgdin í vetni er 2,6 ferðir so stór sum í bensini. Og harnæst er nýtslustigið næstan tað dupulta í einari brennikyknu í mun til ein kompressiónsmotor.



Ein litur fyri 62 oyru

Um vit hyggja eftir hvat eitt kilo av vetni kann framleiðast fyri her hjá okkum og samanbera tað við bensinkostnaðin, og vit brúka vindorkuframleitt ravmagn frá smærri brúktum vindmyllum t.d. einari 225KW Vestas vindmyllu, sær roknistykkið soleiðis út, tá tikið verður við, at kostnaðurin fyri elektrolysustøðina, ið framleiðir vetni, ikki er í kostnaðinum, men einans ravmagnsframleiðslan frá brúktu vindmylluni, ið uppsett kostar 400.000 kr. Ein slík mylla framleiðir umleið 1 mill. kilowattímar pr. ár. Við avskriving í 10 ár verður kolowatttímin at kosta um 4 oyru.

Framleðslukostnaður pr.m3 vetni kostar íroknað kompressión í 400bar fløskur umleið 32 oyru. Ein m3 av vetni vigar umleið 84 gram og kostar 1 kilo av vetni tá 3,81 kr.

Her er, sum nevnt, umráðandi at hava fyri eyga at orkuinnihaldið í 1 kilo av vetni er 2,63 ferðir størri enn í 1 kilo av bensini. Sagt annarleiðis so vil 1 kilo av bensini her kosta 1,45 kr. Ein litur av bensini vigar umleið 850 gram, so liturkostnaðurin verður umleið 1,23 kr.

Afturat hesum má takast við, at úrtøkan í nýtslu av vetni í eini brennikyknu er 60%, meðan hon er umleið 30% í einum diesel- ella bensinmotori. Verður hetta hildið upp ímóti vísta kostnaði, so fer liturkostnaðurin samsvarandi niður í eina helvt til 0,62 oyru.

Brúka vit verandi ravmagnskostnað á 1,39kr./KWtíma vil liturkostnaðurin blíva 21.60kr. Hetta merkir, at tá bensinkostnaðurin er komin upp á hetta støðið, vil vetnisframleiðsla við verandi ravmagnskostnaði verða á sama kostnaðarstøði. Um vit so vilja ella kunnu framleiða vetni við dieselframleiddum ravmagni er annar spurningur.


Áfyllingarstøðir í Norðanlondum

Hyggja vit eftir hvussu vetnisinfrakervið verður útbygt kring okkum, verða stórar útbyggingarætlanir framdar í Europa og Norðanlondum. Í Noreg hava tey stovnað HyNor har áfyllingarstøðir verða settar upp fram við suðurstrondini. HyFuture er í Svøríki har støðir somuleiðis verða settar upp, og Danmark hevur skipað Hydrogen Link Denmark har 9 støðir verða klárar innan stóra ST-veðurlagsfundin í Keypmannahavn í desember 2009.



Hjá okkum sæst einki til nakra vetnis framtíðarætlan. Visiónsætlan 2015 hoyrist einki til og orkupolitisk sýnist einki at henda. Tosað er um kaðal úr Íslandi, og sagt verður, at ravmagnsnetið er ov veikt, og at vit ikki kunnu taka ímóti ov nógvari ójavnari vindorku – men samstundis verður einki gjørt fyri at fremja nakrar útbyggingar, sum kunnu taka ímoti ravmagni t.d. elektrolysustøðir til vetnisframleiðslu. Útlátið av veðurlagsgassum er partur av orkupolitikkinum, ið, sum øll vita, er maskinan sum fær hjólini í samfelagnum at mala. Hvussu útlitini eru fyri at samfelagið skal koyra/sigla víðari á burðardyggari leið er torført at siga, men staðfestast kann, at einki hendir, og at politikarnir lata bara standa til.



Kári Thomsen