Á verandi B36 liðnum er helst eingin ivi um, at leikarin, sum hevur roynt felagnum drúgvastur, er Jens Kristian Hansen.
Síðani fyrsta dystin fyri besta mansliðið hjá felagnum afturi í 1990, hevur hann verið fastur fúsur. Eitt árið var hann tó á skúla í Danmark, men eisini tá var hann heima onkran dystin, og tá skaðar ikki hava steðgað honum, hevur hann vanliga talst millum fyrstu ellivu, eins og hann gjørdi tað á landsliðnum í drúgt áramál.
Nú er hetta tó søga, tí dysturin móti B68 var tann seinasti hjá Jens Kristiani fyri besta B36-liðið. Tað sigst annars, at orsøkin til, at hann ikki fekk nakra gávu undan dystinum hesaferð var, at tey í leiðsluni vóna, at hann kortini tekur eitt ár afturat, men sjálvur tykist leikarin ivaleysur.
- Nei. Eg gevist nú. Eg havi hugsað um tað fyrr, men hesaferð eri eg heilt vísur. Eg havi egið virki, hús, konu og trý børn at hugsa um, og tá verður tað sera møtumikið at lata tað, sum krevst til fyrstudeildarfótbólt. Eisini hava skaðarnir verið nógvir seinastu tíðina, og tað betrar so heldur ikki um hugin, sigur hann.
Tvær ferðir hevur Jens Kristian verið við til at vinna gull fyri felagið, men seinasta árið endaði so við silvuri, men sum hann tekur til, so fekk tað nú ikki verið so nógv øðrvísi.
Og hann leggur dent á, at hóast B36 nú tvær ferðir í slag hava verið ov stuttir mótvegis HB, so hevur tíðin í fyrstu deild givið nógv góð minni.
- Fyrst og fremst minnist man sjálvandi árini, tá meistaraheitini eru vunnin. Tað hevur verið heilt fantastiskt, men hinvegin telja so tær ferðirnar, tá tú akkurát hevur verið ov stuttur. Ikki minst í 1991, tá vit leingi vóru fremstir, fyri kortini at missa alt. Tað var ikki serliga hugaligt.
Og at enda spurdu vit Jens Kristian, hvørt hann ikki roknaði við, at hann fór at sakna tilveruna í fyrstu deild, nú hann hevur tikið avgerð um at steðga.
- Nei. Tað haldi eg ikki. Eg var nógv skaddur í ár, og hesaferð tráðaði eg als ikki á sama hátt sum vant, eftir at sleppa á vøllin aftur. Tí er tíðín kanska komin at gevast, og heilt burtur frá fótbóltinum verður tað so heldur ikki, sigur hann.
Við hesum seinasta sipar hann til, at tað framyvir verður á fjórðu deildarliðnum hjá B36, at hann fer at royna seg saman við øðrum gomlum fyrstudeildarkempum í felagnum. Eitt nú stórabeiggjanum, Tummas Eli Hansen.