TB
Hóast teir ikki fingu meiri enn eitt stig burturúr á heimavølli, so vóru teir í TB ikki misnøgdir við úrtøkuna ímóti KÍ.
- Um væl hevði viljað við, so høvdu vit kanska vunnið við einum máli. Men um illa hevði viljað við, so høvdu vit kanska tapt við einum máli. Ofta hevur TB tapt sovornar dystir, men tíbetur hava vit nú framúr góðan málverja, sum var gull verdur fyri okkum, tá ið teir endiliga fingu møguleikan.
Tað er TB veteranurin, Jón Johannesen, sum vit práta við. Hann fjalir ikki yvir, hvat tað snýr seg um hjá TB.
?Vit eru uppflytarar, og vit kenna treytirnar. Hjá okkum ræður tað um at varðveita plássið í deildini, og vit verða væl nøgdir, um endastøðan verður, sum støðutalvan nú vísir. Vit hava fleiri ungan spælarar á liðnum. Teir mugu fáa royndirnar fyri at fáa sjálvsálitið, sum skal til fyri at verða førur fyri at vísa tað í dystum, sum teir eru førir fyri undir venjing.
Nú standa lykladystir fyri framman?
- Avgjørt. Um vit høvdu megnað at fingið stig í Vági mikukvøldið og so vunnið á heimavølli móti TB, so hevði støðan verið góð. Men um vit skulu vinna, so mugu vit fáa tyngd í álopspartin. Tað er stóra takið, tí samstundis vilja vit ikki sleppa í verjuni, sum er útgangsstøðið hjá okkum, staðfestir Jón Jóhannesen.