Jason Johannesen tekur um mánaðrskifti við sum virkisleiðari hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági. Hann kemur sostatt aftur á kendar leiðir, hóast viðurskiftini nú ivaleyst eru øðrvísi, enn tey vóru, tá hann fyrr var leiðari á flakavirkinum í Miðvági.
Tað er eftir áheitan frá leiðsluni á Føroya Fiskavirking, at Jason Johannesen, fer til Miðvágs, sigu Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking.
Jason Johannesen hevur í fleiri ár verið virkisleiðari á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Runavík, men hevur játtað at taka upp á seg at fáa stabilitet í aftur gongdina í Miðvági, sigur Meinhard Jacobsen.
?Jason Johannesen er ein royndur leiðari, og vit valt at biða hann átaka sær hesa uppgávuna, sum vit halda vera umráðandi at fáa loysta, sigur Meinhard jacobsen. Tað hevur verið eitt sindur turbolent á virkinum í Miðvági seinnu tíðina. Vit hava skift leiðslu tvær ferðir innan fyri stutta tíð, og slíkum hava vit ikki brúk fyri.
Tá Jason Johanensen um mánaðarskiftið tekur við sum virkisleiðari í Miðvági, stendur starv hansara í Runavík tómt.
Nøkur endalig loysn er ikki fingin á tí spurninginum enn, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking. Í fyrsta umfari verður tann uppgávan røkt av fólki, sum frammanundan er í fyritøkuni. Men arbeitt verður sjálvandi við at finna eina langsiktaða loysn. Og um tað eisini verður við fólki úr fyritøkuni, ella lýst fer at verða eftir fólki, soleiðis at eisini onnur kunnu søkja starv sum virkisleiðari í Runavík, er eingin avgerð enn tikin um, sigur hann.
Um virkið í Runavík, sum Jacon Johannesen nú flytir frá, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, at har verða onkrar útbyggingar gjørdar í løtuni. Talan er um neyðugar útbyggingar fyri at fáa framleiðslun at ganga smidligari, sigur hann.
Um spurnignin hvat hesar útbyggingarnar far at kosta, svarar hann, at alt er dýrt, tá einki er til.