Hurðin gongur títt í AB. Í summarsteðginum eru fleiri av fremmandu spælarunum farnir av landinum aftur. Nú er tað greitt, at ein av teimum kendu og royndu á Argjum mynstrar av. Talan er um Mikkjal T. Hentze, sum er ein av teimum drúgvastu av øllum í AB.
Ætlanin var ikki, at Mikkjal skuldi vera partur av besta liðnum í ár, men hann tó eitt tørn aftrat fyri AB og Sámal Erik Hentze, og hann helt fram, tá ið Bagge gavst, og Jonas Dal Andersen tók við sum venjari.
Mikkjal Hentze hevur í fleiri dystum ikki verið við, tí hann hevur verið skaddur, og nú hevur hann gjørt av at gevast við fótbólti á hægsta stigi.
Sambært faroesoccer.com er hetta 10. Kappingarárið, at Mikkjal Hrntze spælir við AB. Hann hevur verið í AB øll árini síðani 2012. Undantakið er 2016, tá ið hann spældi við Giza Hoyvík.
Barndómsfelagið hjá Mikkjali Hentze er B71, har hann spældi frá 2001 og fram til 2011.
35 ára gamli Mikkjel T. Hentze hevur verið vongverji, miðverji og miðvallari. Hann hevur spælt 197 dystir í bestu deildini og skorað seks mál, og í næstbestu deildini hevur hann spælt 125 dystir og skorað 20 mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 23 dystir og skorað eitt mál.