Veteranarnir samdust um javnleik

Føroysku veteranarnir vóru á odda 2-1 ímóti teimum íslendsku í hálvleikinum, men tá avtornaði endaði fyrsti føroyski veteranlandsdysturin við semju um javnleik, 2-2. Allir stuttleikaðu sær óført, og tað eydnaðist at savna í øllum førum 12.000 krónur inn til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum

FÓTBÓLTUR

 

Tað var nostalgi fyri hvørt oyra, tá Føroyar og Ísland seinnapartin leygardagin spældu landsdyst fyri veteranar á Tórsvølli. Hetta var fyrsti dystur av hesum slagnum í Føroyum, og aftaná vóru allir samdir um, at tað ikki er óhugsandi, at hetta verður spírin til eitt veruligt føroyskt veteranlandslið.

Hugskotið kom úr Íslandi, har fleiri veteranar hittast av og á til slíkar dystir undir heitinum International FC, og ikki minst havandi í huga lánið til íslendsku tjóðina, sum kom illa fyri av kreppuni, ynsktu íslendingarnir at koma hendavegin at spæla – eisini fyri at vísa gott brøðralag og eitt slag av takksemi.

Sum ofta er, tá slíkir dystir verða spældir, høvdu gestirnir eisini eitt ynski um, at inntøkurnar skuldu fara til eitt gott endamál, og tað gjørdist so barnadeildin á Landssjúkrahúsinum. Teir útivið 300 áskoðararnir, sms-innsavningin hjá Rás 2 og so íkast frá spælarunum gjørdu, at ið hvussu er 12.000 krónur kunnu latast til endamálið.

Øgiliga ymiskt var sjálvandi, hvørjum formi, menn vóru í, men hóast summir spæla eitt sindur enn og aðrir ikki nerta ein bólt, riggaði væl at fáa samanspælið at koyra. Føroyska spælið var betri í fyrra hálvleiki og íslendska í seinna, og tað kanska komst av, at íslendingarnir vóru allir í nøkulunda formi og tí tóktust orka betur ímóti endanum.

 

John fann málið

Tað gingu ikki meiri enn tveir minuttir, so lá bólturin í føroyska málinum. Tómas Ingi Tómasson var spældur leysur í høgru síðu, rak eitt sindur inn í brotsteigin og skjeyt eitt gott skot ímóti føroyska málinum, sum Kaj Leo Johannesen, løgmaður og málmaður, einki fekk gjørt við.

– Nei, eg hevði ongan kjans at gera nakað við hatta málið. Og tað gjørdi so, at Kári Reynheim fekk rætt, tí undan dystinum mutaði hann ímóti, tá teir søgdu, at eg skuldi byrja í málinum. Kári helt, at løgmaður hevði tað við at skunda mál ígjøgnum, og hann fekk so rætt her, flenti Kaj Leo Johannesen, sum annars helt tað vera sera stuttligt at standa í málinum aftur.

Íslendska málið var ein útpurring til okkara menn, sum skjótt tóku yvir og settu seg á spælið. Tað eydnaðist eisini at fáa fleiri kjansir burturúr, og serliga lá tað í luftini, at John Petersen mundi fara at fáa okkurt burturúr, tí hann hevði tíðliga einar tveir góðar skallarar, sum kundu givið mál.

Mitt í fyrra hálvleiki fekk hann hol á, tá Jens Erik Rasmussen legði innfyri og Uni Arge forlongdi við høvdinum til John, sum skallaði bóltin inn til 1-1. Fýra minuttir seinni var Uni spældur leysur í høgru síðu inni í brotsteiginum, men heldur enn at skjóta sjálvur, valdi hann at senda víðari til John, sum trygt setti bóltin í netið til 2-1.

– Tað er eitt sindur spell, at hesi málini ikki telja við í landsliðshagtølunum, tí so hevði eg skjótt fingið Rógva Jacobsen aftur. Hinvegin, so rokni eg við, at teir báðir brendu kjansirnir áðrenn høvdu farið inn, um hetta var fyri 10 árum síðani, segði tvífaldi málskjúttin eftir dystin.

 

Spæla returdyst

Føroyska leiðslan, sum var uppiborin, var eisini hálvleiksstøðan, men tá gott eitt korter var farið av seinna hálvleiki, javnaði Eyjólfur Sverrisson, sum útnyttaði, at føroyska verjan ikki fekk bóltin burtur, og hann kundi prika hann í málið.

Tað var eisini í lagi, tí íslendingarnir vóru heldur stinnari í seinna hálvleiki, so javnleikur 2-2 mundi vera á góðari leið. Talan var sum heild um ein í løtum væl spældan og annars sera »fair« dyst, har nærdystirnir ikki vóru ógvusligari enn neyðugt. Tó var Þorsteinn Sveinsson eitt sindur óheppin, tá hann eftir eina luftduell fekk hol á høvdið, men hann fekk bundið um og spældi so víðari!

Eftir dystin var hugnaløta fyri vælnøgdu spælarunum á báðum liðum, og har var avrátt, at føroysku veteranarnir seinni skulu fara til Íslands at spæla returdyst. Somuleiðis kom sjúkrahússtjórin, Allan Skaalum, á vitjan, har hann fekk váttan um, at vælgerandi krónurnar eru á veg.