Veteranarnir í Víkingi eru óvanliga drúgvir

Tað er mest sum óhoyrt, at so tilkomnir spælarar hvørja ferð eiga so sentralar leiklutir

Seinnapartin fær B68 vitjan av Víkingi. Næstsíðsta sunnudag fór Víkingur av Toftum við 6-0 sigri eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Unga B68 liðið var máttleyst í seinna hálvleiki, men sunnudagin gekk munandi betur á Tórsvølli, tá ið tað endaði við 1-0 tapi ímóti HB.

 

Jann Ingi Petersen er vøddaskaddur. Málverjin Joakim Jurs hevur verið skaddur síðani hann flaggdagin og eftir ein tíma noyddist av vøllinum. Tað var í 2-1 heimatapinum ímóti NSÍ, og tað hevur verið saknur í honum.  

 

-Vit rokna ikki við so lættvunnum sigri í dag, sum tann næstsíðsta sunnudag vísti seg at vera. Talan verður um heilt nýggjan dyst. Toftamenn vilja fegnir vaska hatta tapið burtur, verður sagt úr Sarpugerði.

 

Gongdin hjá Víkingi hevur verið góð seinastu vikurnar, og tað hevur vakt serligan ans, at superveteranarnir á liðnum aftur og aftur – eisini tá ið tað er stutt millum dystirnar – eiga so stórar leiklutir.

 

Á liðnum er ein rúgva av ungum, evnaríkum og svongum spælarum. Nakrir fáir eru í tjúgunum, og so er talan um fýra veteranar. Ein teirra, 31 ára gamli Finnur Justinussen, var ætlaður aftur í ár at eiga leiklutin sum toppskjútti, men hann hevur slitið krossbandið og verður ikki við aftur í ár.

 

Ein annar er 33 ára gamli Andreas Lava Olsen, sum eftir fyrsta triðingin var ovast á máltindinum við 9 málum. Hann hevur tikið bæði víkingarnar og øll onnur á bóli. Um hann sleppur undan at verða skaddur, so talar alt fyri, at hetta verður besta kappingarárið nakrantíð hjá honum.

 

Og so eru tað 38 ára gamli Atli Gregersen og 35 ára gamli Sølvi Vatnhamar. Saman við Gunnari Vatnhamar og málverjanum Bárði á Reynatrøð hava teir verið á vøllinum allar dystirnar á tamb í fyrsta triðingi. Tó skal leggjast aftrat, at Atli fór av vøllinum á Svangsskarði, tá ið tað restaðu 10 minuttir, og støðan var 5-0.

 

Atli nýtir nógvu royndirnar at stýra verjuni og at vera kveikjari hjá ungu monnunum.

 

Sølvi Vatnhamar er heilt fyri seg sjálvan. Í sentralum og eitt sindur meiri verjukendum leikluti enn áður og í fyrstu umførunum í ár stýrir hann framrættaða spælinum, hann leggur upp til málmøguleikar, hann spælir seg sjálvan í góðar støður, og higartil í ár hevur hann skorað fýra mál. Tað er ikki langt frá, at hann fram ímóti endanum á fyrsta triðingi av hesum kappingarárinum var tann besti av øllum í kappingini.