Bridge
Árliga FM kappingin fyri veteranar í Bridge varð leikt í Bridgehúsinum í Havn leygardagin 19. november.
Treytirnar fyri at luttaka eru, at ein skal vera 45 ár, og at parið tilsamans ikki skal vera yngri enn 95 ár.
Í bridge verður sagt, at besti aldurin fyri ein bridgespælara er millum 40 og 45 ár. Tá er samanrenningin millum royndir og evnir optimal. Yngri spælarar eru kanska skjótari í vendingini og hava í ávísum førum lættari við at halda konsentratiónina. Hóast hetta, so hava royndir so mikið nógva at siga, at tær meir enn so kompensera fyri lækkaðu heilasnúningarnar.
Í Føroyum hava vit nógvar sterkar veteran spælarar, 24 av hesum høvdu boða frá luttøku.
Kappingin varð skipað sum ein barometur kapping og spæld vóru heili 44 spøl.
Kappingin gekk væl og eiga teir báðir, Jóannes Mouritsen og Robert Langaard stórt rós fyri tiltakið.
Ilt er altíð at meta um hvør man fara at standa seg best, men um ein skuldi givið eitt boð uppá trý tey fremstu, høvdu nokk tey flestu sagt, at Atli Hansen-Jógvan Ranghamar , Arnleyg Mikkelsen-Marjun Restorff og Carl Mikkelsen-Egil Helmsdal vóru favorittarnir.
Hesi trý lógu eisini heilt frammi í oddinum. Men, tá ið avtornaði vóru tað teir báðir, Jens Pauli G. Nolsøe og Arne Poulsen, sum greitt vunnu kappingina. Tað má sigast vera framúr flott, tí teir báðir hava ikki spælt stórvegis saman áður.
Seks tey fremstu:
1. Jens Pauli G. Nolsøe - Arne Poulsen
2. Carl Mikkelsen - Egil Helmsdal
3. Hanus Bærentsen - Steingrím Weihe
4. Arnleyg Mikkelsen - Marjun Restorff
5. Óli Holm - Georg Egholm
6. Atli Hansen - Jógvan Ranghamar