Veteranar vunnu í Vágum

Sunnudagin var kapping í bogaskjóting. Teir eldru tóku seg saman frá seinastu kapping, og fóru við øllum

Bogaskjóting

 

Í gjár var næsta kappingin í ár fyri bogaskjúttarnar í Føroyum. Kappingin var hildin í høllini á Giljanesi og felagið, Vágaskot, skipaði fyri. Til seinastu kapping vóru nógv positiv úrslit, ið kundu bent á, at styrkin í bogaskjótingini veruliga er um at koma aftur til Oyggjaleikirna, men soleiðis var ikki í gjár. Ongin skeyt til sítt besta og fólk vóru á einum máli um, at tað ikki var gott nokk.

Yngru skjúttarnir fingu veruliga plantaði beinini aftur á jørðina, tí tað vóru eldri skjúttar, ið vunnu bæði í compound og recurve. So tey yngru hava okkurt at hevna til næstu kapping.

 

Compound

Í compoundbólkinum skuldi Nikkel Petersen royna at endurvinna sær sigurin frá seinastu kapping, men hetta skuldi vísa seg at vera torført. Tí so skjótt sum innleiðandi umfarið fór í gongd. Tað vil siga 60 pílar, so stungu Per Holm Andersen og Schandorff Vang av. Og tá innleiðandi umfarið var liðugt lógu teir báðir veteranarnir javnir við 563 av 600 møguligum stigum, men við fleiri tíggjarum var Per Holm Andersen fremstur. Teimum á baki komu Magnus Andreassen og Kaj Johannesen við ávikavist 555 og 550 stigum. Talan var um persónlig met hjá báðum hesum skjúttunum. Ikki fyrr enn á fimta plássi var Nikkel Petersen at finna, og tað var hann ikki nakað serliga nøgdur við.

Í fjórðingsfinalunum vóru allir dystirnir rættiliga spennandi, og bert í einum føri var munurin fleiri enn tvey stig. Alt dystir, ið kundu farið báðar vegir. Men mest spennandi dystin áttu Sigrid Vang og Magnus Andreassen, ið skutu javn. 106-106 varð støðan, so umskjóting mátti til. Har megnaði Magnus at halda betri stýr á nervunum og skeyt ein tíggjara í mun til níggjaran hjá Sigrid.

Í hálvfinalunum vóru dystirnir eisini rímiliga javnir, hóast Per Holm Andersen forerdi Nikkeli Petersen sigurin við at skjóta ein píl við síðurnar av skivuni. Í hinum dystinum vann Schandorff Vang við trimum stigum ímóti Magnusi Andreassen.

Í bronsudystinum skutu Per Holm Andersen og Magnus Andreassen. Úrslitið gjørdist 114-98 til Magnus Andreassen, og aftur her forerdi Per Holm Andersen sigurin burtur við at skjóta ein píl við síðurnar av skivuni.

Í finaluni skulu Nikkel Petersen og Schandorff Vang møtast. Nikkel sá sær helst møguleikan at endurvinna sær sigurin frá seinastu kapping, men Schandorff vildi ikki tapa ímóti lærlinginum einaferð enn. Úrslitið gjørdist 112-112, so talan gjørdist um umskjóting. Her vildu rutinan meira enn tallentið, og Schandorff skeyt ein tíggjara og Nikkel ein níggjara. So stríðið um toppin í compoundskjótingini er enn livandi.

Leggjast skal til merkis, at Jógvan Niclasen ikki luttók til kappingina í gjár, tí hann var burturstaddur.

 

Recurve

Í recurvebólkinum vóru fleiri skjúttar vóru við í mun til seinastu kapping. Øssur Hansen skeyt fyrstu kappingina síðan úttøkukappingarnar til Oyggjaleikirnar seinast og Fríði Andreasen skeyt sína fyrstu kapping nakrantíð.

Eirikur í Jákupsstovu, ið vann seinastu kapping, legði seg á odda beinanvegin innleiðandi, og tá 60 pílar vóru skotnir lá hann eisini fremstur við 519 stigum. Honum á baki komu Øssur Hansen (499 stig), Trofinn Hansen (497 stig) og Jógvan Magnus Andreasen (488 stig).

Men tað hevur onki at siga, tá mann kemur til finalurnar, og tað sóu vit eisini í gjár. Í fjórðingsfinalunum vunnu teir, ið mann roknaði við fóru at vinna. Og tað var eisini við rímiliga greiðum muni.

Í hálvfinalunum gjørdist alt meira áhugavert. Øssur Hansen vann javna dystin ímóti Torfinni Hansen við fimm stigum. Í hinum dystinum í hálvfinalunum skutu Jógvan Magnus Andreasen og Eirikur í Jákupsstovu. Tann seinni legði seg á odda beinanvegin og førdi rímiliga greitt. Tá hann skuldi skjóta seinasta pílin, skuldi hann bert raka skivuna fyri at vinna. Men onki er avgjørt fyrr enn alt er avgjørt, og tað vísti seg, at fryktin fyri at tapa gjørdist størri enn viljin at vinna, og úrslitið varð, at hann skeyt við síðurnar av skivuni. Hetta hevði við sær at Jógvan Magnus Andreasen kom í finaluna, har hann skuldi møta Øssuri Hansen.

Bronsuna skuldu so, Torfinn Hansen og Eirikur í Jákupsstovu skjóta um. Eirikur vann dystin rímiliga greitt, við 102 stigum í mun til 98 hjá Torfinni.

Í finaluni var so gott sum ongin spenningur. Jógvan Magnus Andreasen vant burturúr Øssuri Hansen og vann dystin við 13 stigum. Ein góður dagur hjá Jógvan Magnusi Andreasen, ið hevur verið hálvskaddur í eina tíð nú.

Talan var sum heild um eina kapping, har fólk ikki skutu nakað serliga væl. Ungu skjúttarnir megnaðu ikki at koma heilt upp á tindin, og teir eldru fingu hevnd fyri seinastu kapping.