Teir tríggjir veterananir í bólkinum, Kristoffur Olsen, Jón <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kári Jacobsen og"$?$end$!$Kári Jacobsen og</st1:PersonName$?$end$!$ Theodor Olsen, hava fingið nakrar ungar tónleikarar afturat sær, og tað er við til at geva sangunum og bólkinum ein nýggjan búna. Hetta byggir somuleiðis brúgv ímillum gjónna, ið ofta er at síggja ímillum eldra og yngra ættarliðið innan kristna tónleikapallin.<BR>Bólkurin er veruliga raknaður við aftur seinnu árini, og hevur verið nógv at hoyrt. eitt nú spældi hann á einum av Gospeltúrunum hjá Norrønu, har hann fekk sera góð ummæli.
Tá Ekklesia spælir sínar slagarar á Fjarðafestivalinum er eingin ivi um, at fólki fer at syngja við.








