Fyrrverandi stjórin í Maersk Air, Bjarne Hansen, hevur saman við fyrrverandi kunningarleiðaranum í Maersk Air, Maritu Petersen, og tveimum øðrum, sum kendir eru í fakinum, stovnað fyritøkuna Wing Partners.
Marita Petersen, sum er hálvur føroyingur, sigur við Sosialin, at talan er um fyritøku, sum fer at ráðgeva øðrum fyritøkum bæði á landi, sjógvi og í luftini, sum hon tekur til.
Tað er nevniliga so, greiðir hon frá, at Bjarne Hansen og hon hava saman við einum øðrum fyrrverandi Maersk Air manni við drúgvum royndum, Kim Schultz, kastað saman við Robert S. Arendal, sum er eitt rættiliga kent navn, tá tosað verður um flogfrakt í Europa. Millum annað var hann við at stovna flogfelagið Cargolux Airlines í Luxemburg.
Marita Petersen sigur, at tey hava lagt dent á at hava fólk við ymsum royndum, nú tey fara undir hetta nýggja tiltakið.
Um seg sjálva og Bjarne Hansen sigur hon, at tey eru imeira »generalistar«, sum hon tekur til. Hinir báðir stovnararnir eru aftur ímóti serfrøðingar á sínum øki. Teir vita tað, sum er at vita um flogfrakt, sigur hon. Nýggja felagið Wing Partners hevur stovnað deild undir navninum Nordic Cargo.
Nýggja felagið hevur longu fingið aðalumboðfyri ymisk feløg úti í heimi. Wing Partners átekur sær at syrja fyri at farmur verður fluttur til ymisk støð víða úti í heimi, sigur Marita Petersen.
Men nú er Wing Partners ikki avmarkað til at halda seg til flogfrakt ella til flogferðslu yvirhøvur, sigur hon. Felagið er ráðgevingarfelag, sum vendir sær til allar fyritøkur, sum áhugaðar eru, við virkisráðgeving av ymsum slagi.
Eisini er ein liður í ætlanunum hjá nýgju fyritøkuni at gera íløgur í eitt nú danskar fyritøkur, um tann møguleiki býðst, sigur Marita Petersen.
Hon greiðir frá, at hóast fyritøkan Wing Partners bert er nakrar dagar gomul, hevur hon longu fingið umrøðu og vakt ans í vinnuni. Og eisini hevur hon longu fingið fleiri kundar.
?Tað er eingin ivi um, at tað er navnið Bjarne Hansen, sum dregur, og at hann er andlitið hjá fyritøkuni úteftir, metir Marita Petersen.
Bjarne Hansen var í starvi hjá A.P. Møller fyritøkuni í 46 ár, áðrenn hann fyri góðari viku síðan gavst og fór undir egna fyritøku. Hann er millum annað kendur í Føroyum frá tíðini, hann var stjóri í Maersk Air. Umframt hevur hann havt fleiri toppstørv hjá A. P. Møller.