Veteranar á Strondum samla pengar inn til Ukraina

Har er bæði serstakur hondbóltur, og annað, á skránni

Hóskvøldið skipa kvinnuliðini og mansliðini hjá Stíf fyri stuðulstiltaki í Høllini á Skála. Peningurin, sum kemur inn verður latin Reyða Krossi í Føroyum og hann er markaður til at hjálpa teimum neyðstøddu í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina.

 

Á skránni verður bæði tombola og tey fara eisini at selja leikaraklæðir hjá Stíf-kvinnunum, sum blivu føroyameistarar í fjør. Leikaraklæði hjá mansliðnum vera eisini seld  - og tað verður alt selt á uppboði.

 

Men høvuðshendingin verður ein dystur ímillum eitt gamalt manslið hjá Stíf og Kyndli. Veteranarnir, sum manna liðið hjá Stíf eru menn, sum hava verið við til at vinna nógv steyp til felagið, sigur felagið í tíðindaskrivi.

 

Atgongumerkini kosta 100 krónur, men børn undir 14 ár, skulu ikki rinda.