Vesturvarði slapp av við fiskin kortini

Faroe Seafood keypti fiskin, sum ætlandi skuldi arbeiðast á virkinum í Vági

Fiskivinna

Í blaðnum í síðstu viku høvdu vit samrøðu við Bjarta Mohr, reiðara, sum segði, at trolarin, Vesturvarði, einki boð fekk upp á fiskin, tá ið teir bjóðaðu hann út á uppboðssølu. Eisini høvdu teir ringt til nøkur virkir, sum søgdu seg heldur ikki vilja keypa fiskin. Útlit vóru tí til, at Vesturvarði noyddist av landinum við fiskinum, og hetta hevði kostað teimum ein heilan túr nú undan jólum.
Beint eftir, at blaðið var farið av bakkastokki  og eftir, at tíðindini høvdu staðið á portalinum, ringdi Bjarti Mohr aftur og segði, at nú vóru teir kortini slopnir av við fiskin í Føroyum. Tískil varð ikki neyðugt at fara av landinum við honum.
Bjarti visti at siga, at Faroe Seafood hevði keypt fiskin  og at fiskurin ætlandi fór suður til Vágs.
Spurdur um prísin fyri hesa lastina, segði reiðarin, at hann var hampiligur í mun til góða fiskiskapin og tíðina nú undan jólum.

Lækkaður nakað
Sum kunnugt, er upsaprísurin batnaður munandi, sum árið er liðið, og fiskurin hevur eisini verið frægari til støddar, enn hann hevur verið leingi.
- Eg haldi, at prísirnir kortini eru falnir nakað aftur, men ein miðal upsaprísur liggur í løtuni um einar 5 krónur fyri kilo, og tað er at liva við, sigur Bjarti Mohr, reiðari.