Meðan skip og bátar liggja væl bundin við bryggju var afturvendandi fótbóltskappingin millum skipini í Klaksvík í gjár. Eini 80 manns á 15 liðum møttu upp til dyst.
Manningarnar vóru ymiskt og breitt samansettar og møttur tær frá Mærsk Supply, Vinnuháskúlanum til Jákup B, Vesturvón og Norðborgkl 13 í dag og var kappingin liður kl 17.30.
Sjómannakappingin, sum hon verður nevnd, verður væl stuðlað av vinnuni, hvørs umboð eisini vóru at síggja í KÍ-høllini: EFFO, Hvalnes, Framherja, JFK Trol, Skipalistanum og Føroy Bjór.
Hetta er kapping, sum skipsmanninganar síggja størt í og eru karmarnir kring hana stásiligir, har m.a. eisini verður boðoð til ein betri bita aftaná, so tær ymisku manninigarnar fáa høvið at heilsa uppá hvøja aðra.
Vinnari gjørdist Vesturvón, sum fekk steyp til ognar - nr. 2 Polarhav og nr. 3 gjørdist Norðborg. Vinningarnar fingu umframt minnisplátu eisini Skipalistan.
Jú, ein spennandi kapping, har umboð vegna reiðaríðini vóru til staðar at stuðla manningum sínum, onkur teirra meira mælst enn annar.
Orð og myndir: Dávur Winther