Vesturvón, sum hevur roynt í Barentshavinum, fór í morgun at sigla heim, teir hava umleið 740 tons inni. Vesturvón hevur havt góðan fiskiskap, teir fóru úr Føroyum um 20. juli. Vesturvón skifti manning í Kirkenæs 13. august.
Nú er eingin av langfaratrolarunum í Barentshavinum, Enniberg kom heim í farnu viku, Skálaberg kom heim í vikuni og Sundaberg roynir í Grønlandi.