Vesturvón komin á Fuglafjørð

Flakatrolarin Vesturvón er komin á Fuglafjørð í kvøld. Tað veit heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen at siga.

Vesturvón, sum hevur fiskað í russiskum sjógvi í Barentshavinum, skuldi ætlandi verða á Fuglafirði um 22:30-tíðina.

Teir fóru at sigla fríggjadagin og hava umleið 600 tons í flaki, sum verða landað til Bergfrost í Fuglafirði.

Sambært heimasíðuni hjá Jóanisi Nielsen hevur Vesturvón ikki meira at fiska í ár.

Myndina av Vesturvón, sum her liggur á Fuglafirði, hevur Dávur Winther tikið fyri Portalin.