Vesturvón keypt enn ein partrolara

Reiðaríið hjá Vesturvón í Sørvági hevur keypt partrolaran Smaragd úr Runavík. Vesturvón skal brúka fiskiloyvið til annað trolaraparið, felagið frammanundan eigur

Skipakeyp

Saltangará:
Enn ein partrolari er seldur til Sørvágs. Og aftur er tað Vesturvón, sum hevur keypt. Hesaferð er tað Smaragd, sum keyptur er.
?Vit hava keypt loyvini, og so fylgdi eitt skip við, sigur reiðarin.
Vesturvón hevur keypt Smaragd fyri at fáa hendur á fiskiloyvinum, sigur Ólavur Petersen, reiðari. Hann sigur, at ætlanin er at flyta fiskidagarnar hjá Smaragd, sum eru 201 í tali, yvir á Akranes, sum Vesturvón frammundan eigur. Akranes samtrolar við Dragasundi, sum Vesturvón eisini eigur. Hvat teir hava givið fyri skipið, vil hann ikki upplýsa.
Ólavur Petersen sigur, at teir fara at royna at selja Smaragd, sum í løtuni liggur við bryggju í Runavík. Smaragd partrolaði fyrr saman við Brillant, sum er av sama slagið, bygdir í gamla Eysturtýsklandi.
Brillant varð fyri nakað síðan seldur til Leirvíkar. Tað var reiðaríið Sjóborg, sum keypti við sama endamáli, sum Vesturvón nú hevur keypt Smaragd. At flyta fiskidagarnar yvir á betri skip.
Annars sigur Ólavur Petersen, reiðari á Vesturvón, at tað hevur gingið hampiligt hjá Vesturvón, sum í løtuni er í Barentshavinum. Mánadagin var hann inni og bunkraði, og tá hevði hann 241 tons av flaki inni. Teir fóru avstað tann 13. januar.
Eisini hjá partrolarunum hjá reiðarínum hevur gingið hampiligt í vár, hóast tað hevur viðrað illa, sigur Ólavur Petersen.
Pørini, Vesturvón eigur, eru Akranes og Dragasund, og Akraborg og Varðborg.