Vesturvón hevur nú 390 tons

Í dag er flakatrolarin Vesturvón í Tromsø, har stórur partur av manningini verður avloyst Flakatrolarin Vesturvón hevur nú 390 tons. Vesturvón, sum er í Barentshavinum, fór úr Føroyum 14. februar. 7. mars høvdu teir 200 tons, og nú eru 390 tons í lastini.

Í dag hevur Vesturvón verið í Tromsø, har teir hava skift fólk. 32 mans eru við, og 26 teirra eru í dag avloystir. Sambært heimasíðuni hjá Vesturvón plagar øll manningin at verða skift í senn, men seks av teimum, sum eru umborð, skylda sínum avloysarum 20 dagar, sum nú verða afturbornir.

Vanliga plagar Atlantic Airways at flúgva avloysararnar yvir og teir avloystu beinleiðis úr Tromsø og heim, men í dag hevði Atlantsflog ikki stundir at taka sær av hesi uppgávuni, sum Island Air so hevur tikið sær av.