Vesturvón farin eystureftir

Teir fyrstu langfaratrolararnir eru farnir eystur eftir í ár. Vesturvón fór sunnudagin, og undan honum er Sundaberg farin

Fiskivinna

Vágar:Vesturvón fór sunnudagin fyrsta túrin í ár. Leiðin gongur í norskan sjógv.
Ólavur Petersen, reiðari, sigur, at teir hava fngið loyvi at byrja at fiska í norskum sjógvi í Barentshavinum, hóast kvotan enn ikki er býtt millum skipini.
Tað eru fimm føroysk skip, sum fiska av kvotuni í Barentshavinum. Tey eru Akraberg, Enniberg, Skálaberg, Sundaberg og Vesturvón. Ólavur Petersen sigur seg hava frætt, at Sundaberg er komin á fiskileið, men at hann einki veit at siga um fiskiskapin hjá teimum.
Árið í fjør var heilt hampiligt hjá Vestuvón, letur reiðarin at. Hann vil ikki siga, hvussu hampiligt tað var, uttan at hann fiskaði fyri nakrar milliónir.
Tað verður tó ov lítið bara at dúva upp á tað, sum í Barentshavinum fæst við samráðingum, sigur Ólavur Petersen. Umframt norsku kvotuna, hava teir eisini ta russisku, sum teir plaga at sleppa at fiska burturav í norskum sjógvi.
Men neyðugt verður eisini við ørðum, sigur reiðarin. Eitt nú ætla teir at royna at sleppa at keypa sær kvotu frá russum, sum teir fyrr hava gjørt.
Eisini plagar Vesturvón at vera onkran túr vestanfyri eftir svartkalva, og tað ætla teir eisini at sleppa í ár, sigur Ólavur Petersen. Umsókn er send, sigur hann.
Teir vóru 35 mans við Vesturvón, nú hann fór fyrsta túrin í ár.
Annars eigur partafelagið Vesturvón eisini fýra onnur skip. Tað eru tvey ísfiskapør. Akraborg og Varðborg og Akranes og Dragasund, sum felagið keypti stutt fyri jól.
Teir hava landað í Sørvági fyrstu ferð í ár, sigur Ólavur Petersen. Akraborg og Varðborg høvdu 1.500 kassar, meðan Akranes og Dragasund høvdu 2.000 kassar av upsa. Prísurin liggur millum fimm og hálvasættu krónu fyri kilog, sigur Ólavur Petersen.
Vesturvón eigur eisini flakavirkið í Sørvági, sum er leigað út til Vestís Seafood. Ólavur Petersen sigur, at har er arbeiði hvønn dag. Tað arbeiða eini 12 fólk saltfisk á virkinum, sigur hann.