Mikudagin lá verksmiðjutrolarin Vesturvón við frystigoymsluna í Kollafirði og legði upp svartkalvaveiðuna, sum teir seinastu tveir og ein hálva mánaðin hava veitt í Eysturgrønlandi.
-Vesturvón hevur veitt av eini kvøtu, sum Fiskimálastýrið hevði liggjandi og fiskiskapurin hevur verið hampuligur. Teir hava 348 tons inni. Tað hevur ikki verið vanligt, at føroysk skip hava veitt svartkalva í Eysturgrønlandi. Hetta er fyrstu ferð at vit leggja veiðuna upp hjá nýggja frystihotellinum í Kollafirði. Vit heinta inn tilboð frá frystivirkjunum í landinum og hesuferð var Klosterboer í Kollafirði bíligast, sigur Ólavur Petersen, reiðari á Vesturvón.
Vesturvón fer nú eystureftir og hetta verður helst seinasti túrurin í ár. Teir eiga 200 tons av rundum fiski í russiskum sjógvi og 100 tons av flatfiski. Tað ljóðar hamupligt frá fiskiskapi í Barentshavinum í løtuni.
-Árið í ár hevur slett ikki verið so galið og vit rokna vit at fáa sama úrslit sum í fjør, sigur Ólavur Petersen, reiðari.