FISKIVINNA
Í Miðvági vænta tey ikki nakra landing aftrat hesa vikuna.
? Hóast 1. mai er altjóða arbeiðaradagur og frídagur, er hetta heldur lítið av fiski til alla vikuna. So, helst verður ein frídagur aftrat seinni í vikuni, um onkur annar bátur ikki kemur inn at landa, sigur Albert Ellefsen, virkisleiðari.
Hýsan hjá línubátunum
Í eini grein í blaðnum herfyri, høvdu vit eitt lítið prát við Albert um hýsuna.
Onkur, sum hevur lisið greinina, hevur spurt Albert, hví hann heldur, at hýsan hjá trolarunum er betri enn hýsan hjá línubátunum.
? Men tað meini eg ikki, at hon er. Hýsan hjá línubátunum er vanliga betri enn hýsan hjá trolarunum, sigur Albert Ellefsen.