Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
Eingin landing hevur verið í Miðvági hesa vikuna, men fríggjadagin fyri hvítusunnu landaði Vesturtúgvan. Teir høvdu 100.000 pund av upsa og eitt sløð av øðrum.
Albert Ellefsen sigur, at eingin landing verður í Miðvági hesa vikuna, men virkið hevur keypt fisk frá øðrum virkjum, sum er komin um Vestmannasund í bili.
- Nú verkfallið er av, ber til at arbeiða sum vanligt, og tað lættir nógv um hjá okkum, sum ikki virka inni á meginøkinum, sigur Albert Ellefsen, sum heldur, at tey hesa vikuna hava passaligt av fiski inni.