Vesturtúgva og Grønanes landaðu í gjár.

Partrolararnir Vesturtúgva og Grønanes landaðu í gjár, teir høvdu tilsamans 240-túsund pund, meginparturin var upsi. Teir byrjaðu túr 10. desembur og hava roynt eystanfyri.

Vesturtúgva landaði í Havn og Grønanes landaði í Vestmanna.

Vesturtúgva fór á beding í Havn í dag, Grønanes skal eisini á beding.

Ætlandi fara teir nýggjan túr 2. januar 2009.

Vesturtúgva og Grønanes hava í ár fiskað 4000 tons, sum er selt fyri 21 milliónir. Seinasta ár fiskaðu teir 3600 tons, í pengum gav tað 22 milliónir. Nøgdin er 400 tons meira í ár, men tað gevur 1 millión minni í pengum, tað skyldast, at prísurin á upsa fyrra hálvár var vánaligur.