Vesturtúgva

Vestmenningur hoyrir nú heima í Sandavági og eitur Vesturtúgva

Mikudagin kundu fólk í Sandavági skoða nýggja skipið, ið hevur heimstað har. Tá sigldi Vesturtúgva 3 ferðir runt á vágni, áðrenn skipið helt inn á Miðvág, har tað varð heilsað vælkomið.

Nógv fólk var á bryggjuni, tá Hálvdan Gudmundsen kom at bryggju við nýggja skipinum, ið áður hevði heimstað í Vestmanna og kallaðist Vestmenningur.

Umframt Vesturtúgvu, so eiga menninir aftanfyri keypið av Vesturtúgvu m.a. eisini Venus.