Tilbygningurin til eldrasambýlið Vesturstovu í Fuglafirði varð reistur fríggjadagin. – Tað gongur framá við útbyggingini. Stovubygningurin varð liðugur í summar, og nú gleðast vit um, at útbyggingin er reist, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.
Vesturstova stóð liðug í 1999, og her hevur verið pláss fyri 16 búfólkum, og umleið 10 starvsfólk hava verið knýtt at sambýlinum. Nú verður eldrabýlið bæði útbygt og dagført, soleiðis at umstøðurnar verða munandi betri, enn tær hava verið.
Nýggi stovubygningurin er bygdur omanfrá verandi stovu. Í kjallaranum verður havastova og í erva ein hugnalig stova við góðum útsýni í fleiri ættir.
Byggistigið, sum nú er í gongd við tilbygningi eystureftir, fevnir um útbygging í tveimum hæddum. Í erva verða fýra búrúm við egnum vesi/bað, umframt ein góð sjónvarpsstova við góðum útsýni.
Úr gongini verður úthurð út til parkeringsplássið eystanfyri, og hetta verður gjørt fyri at hava eina trygga rímingarleið.
Í partinum undir sjónvarpsstovuni verður veitsluhøli. Hetta verður lagt saman við verandi køki í neðra, og her verður pláss til umleið 40 fólk at sita til borðs. Seinasta byggistig fevnir í høvuðsheitum um betran av arbeiðsumstøðum og betran av gomlum búrúmum.
##med2##












