Sambýli
Fuglafirði:
Búplássini í eldrasambýlinum Vesturstovu í Fuglafirði fara at økjast við 60 prosentum, tá útbyggingin, sum er í gongd, verður liðug.
Talið á gomlum fólki økist alsamt i Føroyum, og við tí eisini tørvurin á búplássum á ellisheimum og sambýlum.
Eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði, sum varð tikið í nýtslu í juni mánaða 1999, er longu ov lítið, og gjørd verða nú seks nýggj búpláss aftur at teimum tíggju, sum eru. Tá húsið varð bygt, varð gjørdur møguleiki til hesa útbyggingina, sum longu tá var væntandi.
Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði, sigur, at eitt, sum er rættiliga áhugavert við hesum slagi av búplássum, sum Fuglafjarðar Kommuna hevur, er prísurin.
Meðan aðrastaðni verður roknað við, at eitt búpláss á einum ellis- og røktarheimi kostar umleið eina millión, er kostnaðurin fyri hvørt plássið í Vesturstovu góðar 300.000,- krónur.
Tá húsið varð bygt, kostaði tann parturin, sum gjørdur varð tá, umleið tríggjar milliónir krónur til tíggju búplass. Tað, sum nú verður gjørt afturat, fer at kosta umleið tvær milliónir.
Grundina til, at hendan útbyggingin er lutvís dýrari enn fyrsta byggingin var, sigur Sigurd Simonsen vera, at nú verður inntættað í kjallaranum, og tað krevur eina lyftu, so fólkini kunnu ferðast i millum hæddirnar. Eisini er neyðugt, nú fleiri fólk koma at búgva, at hava ventilitatión í húsinum. Tí er hesin prísurin lutfalsliga høgur, sigur hann.
Farið varð undir at innrætta kjallaran i oktober í fjør, og væntandi verður liðugt í mai mánaða, sigur borgarstjórin.
Fólk eru gomul, sum búgva í Vesturstovu. Elsta búfólkið er 101 ár, og meðaldurin er 89 og eitt hálvt ár.









