Vesturlendskir myndamenn deyðir í Libya

Kendi bretski myndamaðurin Tim Hetherington og amerikanski starvsbróður hansara Chris Hondros doyðu í einum álopi á libyska býin Misrata. Tim Hetherington arbeiddi hjá amerikanska tíðarritinum Vanity Fair, og tíðarritið hevur váttað, at hann er deyður.

Tim Hetherington er kendur fyri sínar myndir frá krígsherjaðum londum tey seinastu 10 árini, og í 2007 varð hann heiðraður við World Press Photo Award fyri sínar myndir av gerandisdegnum hjá teimum amerikonsku hermonnunum í Afghanistan.

Amerikanskir fjølmiðlar siga, at myndamenninir Guy Martin og Michael Brown vórðu særdir.