Sørvágstrolarin Vesturleiki kom á Sørvág í morgun við knústum troli, teir høvdu roynt vestanfyri, har teir kom fastir í botn í gjár.
Teir baksaðust í 12 tímar fyri at fáa leyst, eisini fingu teir hjálp frá Vesturskin, alt kom aftur uttan tann eini lemmurin, men trolið var illa farið.
Í dag riggaðu teir til aftur á bryggjuni í Sørvági, trolið var heilt illa farið, so teir roknaðu ikki við, at liðugt varð fyrenn seinnapartin í morgin.
Vesturleiki byrjaði túr 9. juli, teir landa veiðuna til Landingarmiðstøðina í Sørvági, áðrenn farið verður nýggjan túr í morgin.