Djúpvatnstrolarin Vesturleiki kom í gjárkvøldið fullfermdur á Sørvág. Teir landa til Landingarmiðstøðina í Sørvági í dag, mett verður at veiðan fer at liggja um 270-túsund pund, so gott sum alt er upsi.
Vesturleiki byrjaði túr 2. desembur, teir hava roynt á Munkagrunninum.
Vesturleiki fer nýggjan túr í kvøld.









