Hernaðarliga átakið hjá amerikanska flogvápninum uttan íhald at bumba herstøðirnar og herdeildirnar hjá Talibanstýrinum í Afganistan hevur eftir øllum at dømi givið úrslit. Talebanskir stríðsmenn flýggja nú um háls og herðar frá støðum sínum.
Tað er annars ein sera torgreidd mynd vit fáa av støðuni í landinum eftir at Norðursamgongan við stuðuli frá USA og Bretlandi serstakliga hevur tikið seg fram á ymsu hermótunum og rikið talebanar burtur. Tó sýnist tað at vera rættiliga greitt, at fólkið, sum kendi seg hótt og niðurbundið undir Talebanstýrinum, nú kennir eitt slag av frælsi aftur, tó at hetta als ikki er allur sannleikin.
Tey, sum hava fylgt gongdini í Afganistan og hava sæð og hoyrt, hvussu steinaldarmentanin hjá fundamentalistisku talebanunum hevur niðurbundið eitt heilt fólk, fegnast uttan iva um, at dagarnir hjá hesum stýri eru taldir. Í so máta mugu vit siga, at USA við sínum bumbuálopum hevur rokkið langt, tó at vit á ongan hátt kunnu taka undir við teimum álopum, sum hava rakt ósek sivilfólk.
Støðan er nú tann, at vit í staðin fyri eitt ræðslustýri hava fingið tí í líkist eini anakistiskari støðu í landinum, tó at henda gevur møguleika fyri loysnum. Talebanstýrið sum so mátti fáast av vegnum skuldi nakar glotti síggjast aftur í hesum landi og skuldi terrorhóttanin beinast burt. Vit skulu heldur ikki gloyma, at tess sterkari Talibanstýrið hevði kunnað blivið, slapp tað ótarnað at halda fram, tess stórri hóttan hevði tess ræðu- og steinaldarmentan kunnað verið fyri onnur hóvlig muslimsk lond. Tí er sigurin á taleban ein sigur fyri okkum øll. Men hetta setir so stór krøv til USA og heimin annars um miðvíst at vera við til at tryggja lóg og landaskil og vera við til at byggja landið uppaftur.
Tí eigur Vesturheimurin saman við muslimsku londunum at rætta Afganistan eina hond og brúka alla hugsandi orku til at hjálpa fólkinum uppá føtur aftur. Alt má gerast fyri at forða fyri, at t.d. Norðursamgongan sleppur at misbrúka sína støðu. Her átti tó at verið vón í tí leiðara, sum Norðursamgongan hevur sett sum sín uttanríkisráðharra. Tey, ið hava fylgt við í BBC og CNN í seinastuni, hava hoyrt og sæð henda rættiliga skilagóða og demokratiskt sinnnaða leiðaran hjá Norðursamgonguni.
Nú er so upp til USA og tess sameindu at liva upp til sín ábyrgd. Eisini Europa og vit í Føroyum eiga at vera tilreiðar at rætta eina hjálpandi hond, nú vit øll hava upplivað syndarligu lagnuna hjá afganum nærum hvønn dag á sjónvarpsskíggjanum. Hetta hevur togað í okkara hjartarøtur og eigur tí at vera ein góð motivatión at vera við til at stuðla har stuðlast kann. Vónandi kann hetta hava við sær eina sóming og seming millum muslimar og aðrar religiónir. Bert við at betra umstøðurnar hjá afganum og øðrum fólkum, sum líða neyð og eru undir ófrælsi, ber til at fáa endaliga bilbukt við terrorkreftirnar. Megna vit at byggja Afganistan uppaftur eru vit komin eitt týðandi stig víðari í so máta.