Fyrrapartin í dag hevur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hildið tíðindafund, og enn einaferð langaði hann út eftir vesturheiminum.
Tá tíðindafólk spurdu uttanríkisráðharran, hvat hann hevði at siga um Wagner-uppreisturin seinasta leygardag, svaraði hann soleiðis:
- Okkum nýtist ikki at greiða frá nøkrum ella tryggja nøkrum nakað. Um vesturheimurin er í iva um støðufestið hjá Russlandi, er tað ikki okkara trupulleiki.
Sergej Lavrov segði, at Russland altíð kemur sterkari og meira savnað burturúr ósemjum og trupulleikum.
Hann legði aftrat, at vesturheimurin hevur ein skizofrenan nærleika til kríggið í Ukraina.
- Eina løtu vil vesturheimurin vinna á Russlandi og sekta leiðararnar - og næstu løtuna ynskir vesturheimurin frið í Ukraina.
Sergej Lavrov helt fyri, at hetta er vandamikið spæl, sum hann tók til.
Uttanríkisráðharrin gjørdi eisini viðmerkingar til kjarnorkuverkið, Zaporizjzja, sum russar hava ræðið á.
- Vit stúra fyri provokatiónunum frá Ukraina. At Russland umhugsar at spreingja eitt slíkt verk, sum vit hava ræðið á, eru reinar lygnir, segði hann.
Sergej Lavrov legði aftrat, at Ukraina spælir eitt vandamikið spæl.
Ukraina hevur lagt Russland undir at hava havt venjingar og fyrireikingar við Zaporizjzja-verkið, har teir fyrireika seg til eina møguliga kjarnorkuvanlukku.