‘Heili’ 23 lond av teimum 27 í ES standa saman um at vera ein partur av Durban II, rasismuráðstevnuni hjá ST, sum verður hildin hesar dagarnar. Men hesi 23 lond eru í fólkatali ein greiður minniluti í Vesturheiminum!
Ja um vit bert taka vestureuropeisku londini við her, so gerst hesin minnilutin enn minni.
Men hvat er Vesturheimurin ella hvørji eru Vesturlond? Hendan ‘heim’ mynda Europa (serliga Vestureuropa), USA, Kanada, Australia og Ný Sæland. Ein kundi eisini tikið Japan við vegna teirra politisku skipan, livifót o.t. Men hetta er eitt elligamalt asiatiskt land við egnari mentan, øðrvísi religión osfr. Eitt nú hevur tann virdi – hóast umstríddi – Samuel P. Huntington lýst Japan sum eina serstaka sivilisasjón. Ísrael kann eisini teljast uppí Vesturlond í flestum førum.
USA, Kanada, Australia, Ný Sæland og Ísrael hava øll boykottað Durban II og hesi lond hava uml. 370 milliónir íbúgvar. ES hevur uml. 490 mió.
Men ES-londini, Týskland, Pólland, Italia og Holland hava – eins og Ísrael og øll tey ikki-europeisku Vesturlondini (!) – valt at boykotta hesa rasismuráðstevnu. Hetta hevur við sær, at tey Vesturlond sum boykotta hesa ST-ráðstevnu umboða einar 570 mió. vesturlendingar, sum er ein sera greiður meiriluti. Tey 23 ES-londini sum luttaka umboða knappar 300 mió. fólk.
Hetta er ikki lovandi
Vesturheimurin, sum vanliga verður hildin at vera myndaður av rættiliga eins londum, tá hugt verður at grundleggjandi virðum og samfelagsskipanum: øll eru t.d. liberal demokratiir og kristin (uttan Ísrael); hesin heimur er altso rættiliga deildur í hesum virðispolitiska spurningi, sum verður viðgjørdur á hesari ST-ráðstevnu.
Vesturheimurin kann, sær tað út til, ikki standa saman um ein felags rasismu-politik, og heldur ikki kunnu vit í Vesturlondum standa saman um at luttaka á hesari ST-ráðstevnu, sum jú er at vísa ólýdni ella manglandi álit, trúgv uppá henda felagsskap av heimsins tjóðum, sum jú serliga er eitt barn av Vesturheiminum.
Leggjast kann afturat, at vit í Føroyum, sum partur av Danmark, hoyra til tann omanfyrinevnda minnilutan í Vesturheiminum.
Nú vil eg ikki koma nærri inn á, hví hesin meiriluti av Vesturheiminum hevur valt at boykotta, men tað er sjálvsagt, at um mann ikki luttekur, so kann mann heldur ikki vera við í teimum endaligu orðingunum, t.e. tí endaligu ‘felags’ ST-kósini í stríðnum móti rasismu í heiminum.
Um mann metir orsøkirnar til fráveruna hjá hesum boykottandi londum at vera í ordan, so má tó sigast, at hetta lovar ikki serliga væl, hvat framtíðar ST-samstarvi viðvíkur.
Eitt er so tað, at mann ikki stendur saman í ST, sum hóast alt í sjálvum sær ikki er tann stóra “breaking news”, men sjálvur Vesturheimurin er, sum sagt, sera deildur í hesum føri – eins og vit vóru í avgerðini um innrásina í Irak – somuleiðis hesu meðin ár 2000.
Mann fær hug at spyrja:
Kenna Vesturlond seg ikki heilt heima í ST longur? Ella er Vesturheimurin bara vorðin meiri ósamdur í týðandi spurningum? Og hví er tann ikki-europeiski parturin av Vesturheiminum samdur um boykottið, meðan londini, sum skulu eitast at standa saman í ES ósamd?
Vit í Vesturheiminum og kanska serliga í Europa kunnu sjálvandi verja okkum við, at vit hava tolsemi og frælsi til at vera ósamd. Men er hetta ein haldbar støða í framtíðini í sambandi við virðispolitiskum grundarlagi og ST-samstarvi?
Eg loyvi mær at ivast.









