Í síðstu viku boðaðu ES, USA og Kanada frá, at tey høvdu steðgað øllum fíggjarligum stuðúli til teir palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnar. Í gjár komu somu boð úr Oslo, og sambært Politiken umhugsar danska stjórnin at gera tað sama.
-Tann fíggjarliga støðan er sera trupul, og tað ber ikki til at siga, nær fólk fáa løn, sigur palestinski fíggjarmálaráðharrin, Omar Abdel-Razeq, við blaðið Al-Ayyam. Sum fíggjarmálaráðharri hevur hann umleið 140.000 fólk á lønarlistanum, og eygleiðarar bera ótta fyri, at fáa tey ikki løn, dettur palestinska samfelagið sundur innaneftir.
Við at steðga stuðulinum hevur Vesturheimurin givið Hamas-stjórnini knívin á barkan. Boðini eru greið: Hamas skal viðurkenna ísraelska ríkið og teir sáttmálar, sum PLO hevur gjørt vegna palestinska fólkið, og harafturat skal Hamas frásiga sær øll rættindi til at brúka harðskap.
Men tað eru ikki øll í Miðeystri, sum eru so fegin um kravboðini úr Vesturheiminum. Í Egyptalandi og Jordan stúra myndugleikarnir fyri, at vesturlendska avbyrgingin fer at knýta Hamas tættari londum sum Saudiarabia og serstakliga Iran, sum eru til reiðar at veita palestinum fíggjarliga hjálp.
Ísrael hevur ikki lagt seg út í ósemjuna ímillum Vesturheimin og teir palestinsku myndugleikarnar, men í gjár segði Ehud Olmert, forsætisráðharri, at ísraelska stjórnin fer at gera sítt til at forða fyri, at palestinar fáa eina arbeiðsføra Hamas-stjórn.
Enn er einki, sum bendir á, at Hamas ætlar at sleppa sínari gomlu grundhugsjón um at strika Ísrael av heimskortinum, men Ismail Haniyah, forsætisráðharri, hevur sagt seg vera til reiðar at lata sínar ráðharrar samskifta við ísraelskar ráðharrar um felags spurningar, skrivar Reuter.