Eysturbúgvin og Vesturbúgvin koma á Runavík í dag við 200 tonsum av gulllaksi. Gulllaksaskipini royna sunnanfyri, tey hava havt góðan fiskiskap.
Gulllaksavirkið í Vestmanna fær ikki tikið ímóti meira gulllaksi fyribils, tí goymslurnar eru fullar, tað merkist í Vestmanna, tí tey seinastu árini hevur gulllaksurin givið nógv arbeiði har.
Á virkinum hjá Fiskavirking í Vestmanna er arbeiði hvønn dag, har arbeiða tey mest upsa.