Vesturbúgvin og Eysturbúgvin komu fullfermdir til lands í morgun, teir hava um 450-túsund pund tilsamans. Vesturbúgvin landar í Vestmanna og Eysturbúgvin landar á Sandi, meginparturin av veiðuni er upsi, teir byrjaðu túr 28. novembur.
Tá ið vit tosaðu til Vestmannar fyri løtu síðan, var ikki greitt, um teir fóru til fiskiskap aftur í kvøld. Eysturbúgvin hevði onkrar smávegistrupulleikar við maskinuni, sum skulu rættast, áðrenn farið verður nýggjan túr.










