Vesturbúgvin landaði í Vestmanna

Væntandi koma Grønanes og Vesturtúgvan inn at landa mánadagin

Hósmorgunin landaðu vestmenningar Vesturbúgvan. Teir høvdu fult skip, 200.000 pund av upsa og eini 10.000-20.000 pund av øðrum fiskasløgum.
Vesturbúgvin partrolar við Eysturbúgvanum, sum plagar at landa á Sandi, og teir høvdu eisini fult skip.
Í Vestmanna siga tey, at upsin var góður, mest 1?arar og 2?arar.
Royndu á Suður-oyarbankanum
- Men óvanliga góður var fiskurin hjá Vestmenningi og Fram, sum landaðuher mánadagin. Teir høvdu 260.000 pund av upsa umframt smærri nøgdir av øðrum fiskasløgum, siga tey í Vestmanna.Sum skilst, royndu Vestmenningur og Fram hendan túrin á Suðuroyarbankanum.
Í Vestmanna rokna tey við, at Grønanes og Vesturtúgvan koma inn at landa mánadagin, og helst endar upsin hjá Grønanesi í Vestmanna.