07 Vestur-B36 2-2 (0-0) 6-7 eftir brotsspørk
Tað tók sína tíð hjá B36 at koppa undirtippaðu 07 Vestur, tá liðini í gjár spældu fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið.
Hóast ein deild er á muni millum liðini, so høvdu vágamenninir avgjørt sítt orð at siga í dystinum, ið gjørdist eins tættur, sum steypadystir kunnu verða.
Sum fyrri hálvleikur leið, høvdu gestirnir hvassastu royndirnar, men Karoly Potemkin megnaði ikki at seta bóltin í meskarnar, hóast hann tvær ferðirnar var leysur við málverjanum.
Ingi Højsted fekk tó sett hol á stutt eftir steðgin, tá hann varð sendir avstað, men tá sami Ingi Højsted noyddist skaddur av vøllinum lítla løtu seinni, merktist hetta væl hjá B36.
Og tað dugdu vertirnir at gera sær dælt av. Eftir lítlari løtu hevði Jens Erik Rasmussen snarað øllum á høvdinum, tá hann við tveimum málum hevði lagt 07 Vestur framum, og so stóð brádliga heilt nógv á hjá gestunum.
Tað eydnaðist tó Potemkin at javna, soleiðis at longd spælitíð skuldi til, og tá eingin avgerð fall í hesum, gjørdist neyðugt við brotsspørkum. Og her vístu gestirnir seg sum teir stinnastu, tá teir skoraðu upp á øll síni brotsspørk, meðan gestirnir misnýttu eina av sínum fimm royndum.
07 Vestur-B36 2-2 (0-0)
6-7 eftir longda spælitíð og brotsspørk
0-1: Ingi Højsted
1-1: Jens Erik Rasmussen
2-1: Jens Erik Rasmussen
2-2: Karoly Potemkin









