Plastvirkið, Vestpack í Vestmanna er beint nú valt til ársins virki.
Tað hevur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, kunngjørt.
Sett á stovn í 1994 og selja eina røð av vørum til privatfólk og vinnuna.
Tað hevur eydnast at menna virkið og úrslitið er alsamt batnað.
Vestpack er dømi um, at tað ber væl til hjá smáum virkjum at bøta um útslitið og mennast við miðvísum arbeiði, og fíggjarliga úrslitið hjá virkinum er alsamt batnað.
- Eitt eyðkenni fyri Vestpack er fjølbroytni og og nú er 20 -25 prosent av framleiðsluni útflutningi, segði Marita Rasmussen.
- Posarnir eru sterkir og líka ságligir sum vestminningar sjálvir, segði stjórin í Vinnuhúsinum.
Umboð fyri Vestpack staðfesti, at hetta hevði hann ikki væntað, men hetta kemur ikki av sær sjálvum, segði hann og takkaði starvsfólki fyri gott arbeiði.
Á myndini er tað Jóan Magnus Olsen, vm og Áki Olsen á Vestpack, sum taka ímóti heiðrinum frá bergi Poulsen, formanni í Føroya Arbeiðsgevarafelag, høgrumegin