Fiskivinna
Reiðaríið, sum eigur partrolararnar, Vestmenning og Fram, sum eru fyrrverandi Hádegisklettur og Stígarklettur, hevur gjørt avtalu við Tórshavnar Skipasmiðju um at leingja trolararnar.
Reiðarin, Tummas Christophersen, sigur við Sosialin, at fleiri orsøkir eru til, at teir hava avgjørt av leingja skipini.
- Skipini taka ov lítið, og eisini ætla vit okkum at veiða gulllaks við skipunum.
Reiðariið hevur nevniliga gjørt avtalu við JFK-Trol um at brúka kvoturnar hjá Sjúrðabergi og Sundabergi.
- Vit taka hetta stigið fyri at hava fleiri bein at standa á, sigur Tummas.
Ætlanin er eisini at gera aðrar broytingar umborð á skipunum, og tilsamans verður talan um eina samlaða íløgu upp á einar 14 miljónir krónur.
Reiðarin sigur, at tað hevur gingið rímiliga væl hjá felagnum, og tí sær felagið seg ført fyri at gera hesa íløgu, sum eisini kemur at geva skipinum størri og betri møguleikar.
Tummas Christophersen væntar, at skipini koma at liggja ein mánaða ella so.
- Skipini skulu takast upp fyrst í apríl, og longu ein mánaða seinni skulu tey verða klár at fara aftur til fiskiskap.
Reiðarin sigur, at Tórshavnar Skipasmiðja longu er farin undir at gera sektiónirnar, sum skulu setast upp í skipini.