Vinna
Ísfiskatrolararnir Fram og Vestmenningur, sum í fjør royndust millum teir heilt stinnu í føroyskari fiskiveiðu, skulu hava nýggjar motorar.
Skipini eru smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju ávikavist í 1988 og 1989, og tá fingu tey hvør sína M.W.M. maskinu á 1305 HK.
Tað eru somu motorar, sum hava verið í skipunum øll árini síðan, og nú heldur felagið P/F Meðalsbrekka í Vestmenna, sum eigur skipini, at tíðin er komin at skifta motor.
Á skipasmiðjuni MEST í Havn vita tey at siga, at nýggju motorararnir til skipini standa klárir, og sambært avtaluni millum partarnar, er ætlanin, at motorarnir skulu skiftast um mánaðarskiftið mars/ apríl.
Hetta er líkasum í skiftinum millum upsa og gullaks.
Á MEST siga tey, at nýggju motorarnir, sum verða settir í vestmannatrolararnar, eru av slagnum Wartsila, og teir hava somu stødd sum teir, ið eru í skipunum í dag.
Fram og Vesturbúgvin vóru í fleiri ár heimahoyrandi í Ný Sælandi, eftir at skipini vórðu seld úr Føroyum.
Tað var felagið P/F Meðalsbrekka, sum keypti skipini heimaftur til Føroya, og útgerðarmaður og høvuðseigari er Tummas Christophersen.










