Vestmenningur og Fram møguliga á makrelveiði

– Vit fara at taka støðu til, um vit fara at royna eftir makreli, tá gulllaksavertíðin er av. Alt veldst um, hvussu útlitini eru tá, sigur Tummas Christophersen

MAKRELUR

Ísfiskatrolarar hava fingið tillutaða eina felagskvotu av makreli upp á tilsamans 5.000 tons, men enn er einki frætt um, at skip eru farin at royna. Ivaleyst verður eisini bíðað eftir, at fiskurin er betri egnaður til slíka veiði, tá hetta eru skip, sum ikki hava kølitangar, men bara vanliga kassalast.
Ymiskt hevur verið frammi um, hvussu slík veiða kann skipast, og talan hevur eisini verið um, at størri skip kanska kunnu taka makrel hjá ísfiskatrolarunum.
Tummas Christophersen, skipari og reiðari, sigur, at tað er ikki óhugsandi, at Vestmenningur og Fram fara at royna eftir makreli, tá tey eru givin við veiðini eftir gulllaksi.

Útlitini avgerandi
Hann sigur, at tá gulllaksavertíðin er av, verður hugt eftir, hvussu útlitini eru við makrelinum.
- Vit hava fingið loyvi at fiska av felagskvotuni, og vit liggja framvið at fara, um tað vísir seg, at útlitini eru nøktandi.
Tummas Christophersen sigur, at hugsað verður bæði um møguleikarnar at fáa makrel, hvussu hesin tá er til dygdar, og hvussu prísútlitini eru.
- Men tað er slett ikki óhugsandi, at vit fara at royna hetta, leggur reiðarin og skiparin aftrat.
Tummas Christophersen sigur seg vita, at nógvur makrelur er kring um í føroyskum sjógvi í løtuni, tó at tað vísir seg, at hann ikki bítir á dorg hjá útróðrarmonnum.
- Tað er ikki lygn, at havið nógvastaðni kókar av makreli, sigur hann.

Eitt gott ár
Vestmenningur og Fram hava higartil í ár fiskað fyri umeið 33 miljónir krónur. Hetta er higartil besta árið hjá hesum skipum nakrantíð.
- Í fjør fiskaðu vit fyri einar 35 miljónir krónur tilsamans, men tá mistu bæði skipini tíð, tá vit skiftu motor.
Tummas Christophersen vísir á, at ógjørligt er at spáa um útlitini fyri restina av hesum árinum.
- Men higartil í ár eru vit væl nøgdir við gongdina, sigur skiparin og reiðarin í Vestmanna.