Vestmenningur hevur tað fínt

Søgurnar um at hann skal vera farin fyri einki, hava einki uppá seg, siga vestmenningar, sum eru sparringspartnarar hjá kvívíkingum, sum dríva á, tí teir ætla sær at taka klaksvíkingar

LEYSASØGAN

Vestmenningur hevur tað gott. Men hann luttekur ikki í FM kappingini í ár. Um hann verður at síggja, so verður tað bara í Miðvági, har teinurin verður 1000 metrar. Venjingarstøðan er ikki til at rógva meiri enn túsund metrar. Tað hevði borið til at kappast á Ólavsøku, men ásetingarnar siga, at tað ikki ber bátum til at luttaka á Ólavsøku, sum ikki hava luttikið í minst trimum av teimum undanfarnu FM kappingunum.
Vestmenningur hevur seinastu tíðina verið drigin av lunninum einar tvær ferðir um vikuna.
-Men tað hevur mest verið fyri at vera sparringspartnari hjá Kvívíkingi. Teir hava vant her, og tað kanska kann hjálpa teimum at standa seg uppaftur betri í kappingini við Nevið Reyða, at vit venja saman við teimum.
Tað sigur Jógvan Emil Nielsen. Hann er formaður í róðrardeildini hjá Vestmanna Ítróttarfelag. Orsøkin, at spurt verður eftir, hvussu Vestmenningur hevur tað, er, at tíðindi hava gingið um, at báturin er sprotnaður illa í fleiri støðum, tí hann skal hava staðið í so nógvum hita.
- Eg havi eisini hoyrt hasa søguna, men tíbetur er hon ikki sonn. Vit eru í holtur við at byggja nýtt neyst. Tí hava bátarnir staðið inni á Fjørð í einum verkstaði. Har settu teir eyka hita á, tí nýmálaðu stólarnir í nýumvældu kirkjuni skuldu torna. Vestmenningur fekk lítla rivu í einum borði omanfyri vatngangin av hitanum, men vit fluttu hann skjótt í neysti, og vit hava róð við honum í vikuni, sigur Jógvan Emil Nielsen.
Verður hann við í FM kappingini næsta ár?
- Tá verður Fjarðastevna her hjá okkum, og vit vóna, at vit fara at verða óførari í FM kappingini tá, enn vit hava verið í ár. Av ymsum orsøkum hava hvørki 10-mannafarið ella Havfrúgvin í FM kappingini fyri dreingir verið mannaðir í ár. Nú fer neystið vónandi at verða liðugt, og so fara vit at savna okkum um at manna bátarnar næsta ár. Men heilsa endiliga og sig, at Vestmenningur hevur tað gott.
Tað er hervið gjørt, og enn eina ferð er staðfest, at gamla søgan hjá H. C. Andersen um fjarðarnar, sum gjørdust til fimm høsn framvegis hevur bein at ganga á!