Í døgunum 15. -19. januar eru vatnlitsmyndir og fotomyndir at síggja á framsýning hjá 29 ára gamla Haraldi Bjørgvin.
Hann lesur í løtuni til byggifrøðing í Horsens, har hann hevur verið í eitt ár.
Tá næmingarnir skuldu fara eina námsferð til Turkalands í fjør, var ein partur av fyrireikingini til ferðina, at fara á tekniskeið.
Haraldur Bjørgvin, sum ongantíð áður hevur tikist við at tekna, meldaði seg til skeiðið. Hann gjørdist so bitin av tekningini, at hann hevur arbeitt við hesum síðani.
Tað er úrslitið av hesum arbeiði, sum nú kann síggjast í Smiðjuni. Framsýnarin hevur 25 vatnlitsmyndir og einar 10 fotomyndir við á framsýningini. Hetta eru vakrar náttúrumyndir, sett saman við umhvørvi í býlingum, bæði úr Føroyum og aðrastaðni, har teknarin hevur ferðast.
Allar myndirnar eru teknaðar í fríhond, og hava aftaná fingið vatnlistlitir, væl samansettir í bleytum, væl samansjóðaðum litum.
Spurdur hvussu tað ber til, at hann nú framsýnir, sigur Haraldur Bjørgvin, at hann var á framsýning hjá Aggi og Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard. Har kom hann á tal við Vígdis, sum fegin vildi sleppa at síggja tekningar hansara.
? Hon helt tær vera áhugaverdar og spurdi, um eg ikki kundi hugsað mær at framsýna. Tað er hetta sum eg nú havi fingið í lag, við góðari hjálp frá Vígdis, sum hevur lagt mær lag á, sigur Haraldur Bjørgvin.
Hann er so hugtikin av at tekna og mála, at hann ætlar sær at halda fram.
Framsýningin byrjar við fernisering hósadgin 13. januar kl. 14 - 16, og heldur fram til 19. januar. Upplatingattíðin allar dagar er frá kl. 14 - 18.