Atkvøðugreiðslan í Vestmanna gav tvey sera greið úrslit: Eitt sera stórt ja til samanlegging við Kvívík og eitt stórt ja til eina samstarvseind við Streymoyar kommunu. Samstundis sum vestmenningar greiddu atkvøðu við løgtingsvalið, skuldu teir taka støðu til tveir aðrar spurningar.
Til spurningin um samanlegging við Kvívík var sera greiður meiriluti millum vestmenningar:
Ikki færri enn 722 søgdu ja og 59 nei, meðan 20 atkvøddu blankt.
Hin spurningurin var um hvørja samstarvseind vestmenningar skulu í í framtíðini. Her søgdu teir greitt ja til Streymoyar kommunu við Havnini sum størsta býi. 481 ynsktu hesa loysnina, 169 fyri Vágum og 123 fyri Sundalagnum.
So her vóru vestmenningar rættiliga samdir, tá tað snýr seg um framtíðina hjá Vestmanna kommunu.