Vestmenningar vilja hava bátafelag

- Um undirtøka er fyri tí, er ætlanin nú at stova bátafelag í Vestmanna, siga stigtakarar

Tað kann tykjast løgið, at bátafelag ikki langt síðan er stovnað í Vestmanna, tá vestmenningar í fleiri ár hava átt ársins størstu bátastevnu.

 

Men, nú ætla vestmenningar at gera nakað við hetta. 

 

- Um undirtøka er fyri tí, er ætlanin nú at stova bátafelag í Vestmanna.

 

Stigtakararnir til ætlanina siga, at stovnandi fundurin verður í Undirhúsinum í Vestmanna sunnudagin 10. november klokkan 19.

 

Teir, sum standa aftan fyri stovnandi fundin, eru Kristen Friis, Hans Toftum og Louis Højgaard.

 

- Vit vóna, at góð undirtøka verður fyri ætlanini, og at nógvir bátaeigarar møta á stovnandi fundinum, siga teir tríggir.