Útbjóðingin av jørðarbeiðnum til nýggju læknamiðstøðina í Vestmanna hevur verið. Tríggir arbeiðstakarar vórðu bodnir við til at geva tilboð uppá arbeiðið, og allir lótu tilboð inn.
Vestmanna kommuna sigur, at tey, ið bjóðaðu, vóru Kreton, Egholms Grevstur og Sp/f ZRJ Entreprenørvirki.
Tilboðini vóru hesi: Kreton: 386.630, Egholms Grevstur: 945.150 og Sp/f ZRJ Entreprenørvirki: 371.521 krónur. Mvg er ikki íroknað tilboðini.
Metingin hjá Vestmanna kommunu var á 378.156 krónur, og á fundi í bygdarráðnum hin 10. apríl í ár varð samtykt at taka av lægsta tilboðnum.










