Vestmenningar útseta dansistevnuna eitt ár

Síðst í juni mánaði ætlaðu vestmenningar at skipa fyri stevnu við dansiorkestrum.

Men nú er stevnan avlýst-ella rættari, hon er útsett eitt ár.

Jan Haldansen, sum er ein av fyriskiparunum, sigur, at orka er ikki til at skipa fyri bæði Fjarðastevnu og dansistevnu viku um viku.

Fjarðastevnan skuldi vera 7. -8. juli og og dansistevan skuldi vera 29.-30. Juni.

Tað ber ikki til at hava dansistevnuna 7.- 8. Juli, tí tá er ein hopur av føroyingum farin til Noregs á dansibandsfestival.

Tí var ætlanin at flyta Fjarðastevnuna eina viku fram.

Samstundis skal jóansøka vera 23.-24. juni, men eisini vágbingar vildu flyta jóansøkuna til 28.- 29. juni, tí tá eru allar pisurnar klaktar av miðnámsskúlunum.

Men eftir tingingar aftur og fram, eru allar partar samdir um ikki at broyta nakað. Sostatt verður jóansøkan 23.-24. juni sum ætlað og Fjarðastevnan 7.-8. juli sum ætlað.

Men av tí sama hava vestmenningar gjørt av av sleppa dansistevnuni í ár.

Jan Haldansen sigur, at hetta var ein stevna, sum burtur av er ætlað teimum, sum tíma væl at dansa eingilskan dans.

Hinvegin staðfestir hann, at ætlanin er ikki slept, so ístaðin fyri at hava dansistevnuna í ár, verður hon ístaðin 21.- og 22. juni næsta ár.

Tá fara vestmenningar eisini at royna at fáa útlendsk orkestur til Vestmanna at spæla á stevnuni.

Myndin er av Vestmanna á eini bátastevnu