Vestmenningar tóku H71

VÍF-H71 29-27 (14-12)

Vestmenningar hava mest sum staðfest finaluplássið í manshondbólti.

Í dag vitjaði H71, sum annars hevur vunnið á VÍF tvær ferðir í ár, men hesa ferð tók heimaliðið alt.

Vestmenningar vóru støðugt á odda, og tá teir miðskeiðis í seinna hálvleiki veruliga settu ferð á, var at kalla leyst og liðugt. Tað eydnaðist hoyvíkingum at pynta um støðuna, men veruliga spennandi gjørdist tað ongan tíð aftur.

Hjá VÍF skeyt Sámal Joensen 9 av málunum. Besti málskjútti hjá H71 var Poul Kjartan Dam, sum skoraði 8 ferðir.