Vestmenningar spenna seg út

Ein nýggjur ferðafólkabátur og nýggj matstova og kunningarstova vórðu víst fram á samkomu í Vestmanna fríggjadagin

Nýggja matstovu og kunningarstovu fyri tvær milliónir og nýggjan ferðafólkabát fyri fýra milliónir kundu vestmenningar sýna fram á samkomu fríggjadagin.
Fjørukrógvin er heitið á bygninginum, sum Vestmanna Ferðavinnufelag hevur bygt á havnarlagnum, har skúrarnir hjá teimum, sum sigla Eystur undir Land, fyrr stóðu.
Tað eru teir fýra Louis Kristensen, Gunnar Skúvadal, Poul Erik Johannesen og Áki Johansen, sum í felag hava bygt hetta húsið.
Umframt snotuliga matstovu við tilhoyrandi nýmótans køki, er eisini kunningarstova við sølubúð í húsinum.
Bygningurin kostar, sum hann stendur, einar tvær miliónir, sigur Gunnar Skúvadal. Men tá er bara niðara hæddin innrættað.
Loftið er stórt og stendur óbrúkt at byrja við. Men har eru góðir møguleikar til at gera eitthvørt. Eitt nú at innrætta til gisting, sigur Gunnar Skúvadal, sum tó leggur afturat, at í fyrsta umfari verður einki gjørt har.
Á vegginum í Fjørukrónni er stórur málningur av Vestmannabjørgunum, sum Pauli Vang í Havn hevur málað. Og hann hevur eisini eina framsýnign hangandi í húsinum, nú latið verður upp.
Samstundis sum Fjørukrógvin varð sýnd fram, varð eisini nýggi túrbáturin, Froyur, hjá felagnum Skúvadal, sýndur fram.
Talan er um ein spildurnýggjan bát, sum felagið hevur latið gera í Íslandi, sigur Gunnar Skúvadal, stjóri.
Báturin, sum er gjørdur úr glastrevjum, er 13,4 metrar langur og 4,2 metrar breiður. Hann er innilokaður, og hevur 43 sitipláss undir taki, sigur Gunnar Skúvadal. Ferðin, sum teir báðir motorarnir upp á 575 HK hvør kláraðu á royndartúrinum, var 28 míl, sigur hann. Ætlanin er at seta setur upp á taki eisini, so fólk kunnu sita úti, meðan siglt verður fram við landinum. Froyur kostar góðar fýra milliónir krónur, sigur Gunnar Skúvadal.
Hóast hesin báturin er væl størri enn teir báðir, Urðardrangur og Barbara, sum felagið frammanundan hevur, er eingin trupulleiki at fara við honum inn á barmar og gjáir undir bjørgunum.
Umframt vanligu dagtúrarnar, sum sigldir verða við ferðafólki, sum vil síggja seg um, verður nú pláss fyri einum dagligum fiskitúri við øðrum av eldru bátunum, sigur Gunnar Skúvadal. Tað verður tó ikki so, at báturin heilt verður tikin úr hinari siglingini, men fer eisini av og á at sigla við fólki fram við landi.