Sløkkiliðið í Vestmanna er til reiðar at fáa tað stóra fylgið av bátum upp á pláss leygardagin. Brandmeistarin í Vestmanna, Johnny Joensen, sum júst hevur verið í Reykjavík við allari sløkkiliðsmanningini á skeið, sigur, at sløkkiliðið er til reiðar at fáa tað stóra fylgið av bátum til Vestmanna leygardagin. Útgerðin hjá okkum sum t.d. brandbilar og pumpur er alt gjøgnumgingið, og fólkið er tøkt til dagin.
Gummibjargingarbáturin ?Løjtnanturin?, sum vit keyptu við góðari hjálp frá vinnulívinum í Vestmanna, kemur m.a. at hava til uppgávu, at leggja bátarnar inni í hylinum.
Johnny sigur, at VÍF hevur gjørt tað soleiðis, at tað er ókeypis at liggja við bátabrúgvarnar, men nakrir bátaeigarar hava keypt sær fast pláss, so uppgávan verður at fáa tað at rigga, tí hetta er fyrstu fer vit royna hetta.